Bygging
Á SMJ veita vit ráðgeving til allar tekniskar tænastur innan fyri bygging – alment sum privat, smátt sum stórt.
- HVS, ventilatión og kloakk
- Stýring av hita, vatn og ventilation – CTS/BMS
- Inniumhvørvi
- Hitaverk – hitapumpur, fjarhiti o.a.
- Burðardygd í verkætlanum
- Orkugreiningar av bygningum
- Útlátsútrokningar – CO2e
- Val av burðardyggum tilfari
- El-skipanir, neyðstreymur og ljósdesign
- Brunaráðgeving
- Brunatekniskar installatiónir
- Trygdarráðgeving
- Verkætlanar-, byggi- og projekteringsleiðsla
- BIM, VDC og IKT leiðsla
- 3D lasaraskanning
- Dronuflúgving – rúmlig dátusavnan
- Modellering av verandi umstøðum
- Umhvørvisgóðkenningar og árinsmetingar
Byggivinnan er fjøllbroytt, og vit á SMJ hava royndir frá nógvum ymiskum byggiverkætlanum, frá sjúkrahúsum og starvsstovum til skrivstovu- og íbúðarbygningum.
Vit leggja stóran dent á, at góðskan á tænastuni, vit veita kundum okkara, er á høgum støði. Vit leggja okkum eftir at skilja kundan og gera ikki uppgávuna til annað, enn hon er.
Vit átaka okkum heildarráðgeving, har vit taka ábyrgd av øllum lutum í verkætlani, og vit átaka okkum deilda ráðgeving, har vit hava ábyrgd av ávísum parti ella pørtum av verkætlanini.
SMJ veitir ráðgeving á nógvum ymiskum økjum í byggiverkætlanum. Vit gerast alsamt meiri tilvitaði um burðardygd, og hava burðardygd við sum sjálvsagdan lut í arbeiði okkara .
Vit arbeiða støðugt við at økja okkara vitan á økjunum, og at veita kundum okkara dygga ráðgeving og vegleiðing innan økið. Ítøkiliga, duga vit betur at skyna á fyrimunum og vansum við ymiskum byggitilfari, og hvussu hesi skulu veljast.
Atlit verður tikið at burðardygd í síni heild – umhvørvisliga, sosialt- og fíggjarliga. Vit gera CO2e roknskapir, LCA greiningar og certificeringar innan burðardygd.
Dentur verður lagdur á sterkt tvørfakligt samstarv, og hetta er við til at optimera verkætlanina og veitingina til kundan.
Virkisøki
HVS
Vit hava vit drúgvar royndir við at sniðgeva HVS-loysnir til eitt nú bústaðar-, ídnaðar- og heilsubygging.
Ventilatión
Sniðgeving av ventilatiónsskipanum, sum eru tillagaðar serstøku verkætlanunum.
Kloakk
Drúgvar royndir við optimering av kloakkviðurskiftum hjá kommunum.
Inniumhvørvi
Eitt gott og hóskandi inniumhvørvi er fyritreyt fyri trivnaði og framleiðslu hjá fólki.
El
Vit ráðgeva bæði sterk- og veikstreymsinnleggingar, og fevnir hetta um stýringar, ljós- og kraftinnleggingar.
CTS/BMS
Stýringar av skipanum í bygningum.
Ljósútrokning
Ljósútrokning við atliti at góðsku, litendurgeving, temperatur og blending. Stýring og regulering av ljósi, sum eisini kann taka atlit at dagsljósi.
KT og dáta
KT útgerð, so sum tráðleys net, fipurnet og fyrireiking av ambætararúmum.
Orkuskipanir
Tillagað sniðgeving, sum tekur støði í orku- og kostnaðarstøði, til tess at tryggja eina optimala orkuumlegging.
Brunaráðgeving
Førandi brunaráðgeving innan nýbygging, umvæling av verandi bygningum og umbyggingar. Certificeraðir brunaráðgevar.
Burðardygg bygging
Atlit verður tikið at burðardygd í síni heild, umhvørvisliga, sosialt og fíggjarliga. CO2e roknskapir, LCA greiningar og certificeringar innan burðardygd.
EMC og snarljós
Elskipanir, gjørdar við ovurspenningsverju og at tola yvirharmoniskan streymar.
Set teg í samband við okkum
Kundi tú hugsað tær eitt prát við okkum um eina møguliga verkætlan, ring til ein okkara og vit kunnu hittast til óbindandi prát.
Tilvísingar
Helgeland Smolt Kilvik
Vitlíki til flogvallir
Nuuk/Nuussuaq fjarhitasambinding
Orkuætlan fyri Tórshavnar Kommunu
Sandoyartunnilin
Vitlíki og laksaaling
Lívdin
Terraforming LIFE
Skúlin á Fløtum
Glasir
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum
Fjarhitin um Sandá
Geo Salmo Laugar
Prins Henriks Skole
Arctic Fish smoltstøð
Novozymes
Dronning Ingrids Hospital
Staður
Silfurstjarnan
Sjógvhitaskipan í Klaksvík
Smoltstøð í Nauteyri
Orkugreining í Kangaamiut
Orkugreining í Qasigiannguit
Orkugreining í Aasiaat
Eysturoyartunnilin
Lívfiskastøð í Skálavík
Sundsverkið – Støð 3
Hotel Brandan
FÖRKA
Leguhús í Grønlandi
Biofiltur uppstartur
Vindmyllur i Nanortalik
Smoltstøð á Viðareiði
Smoltstøð á Strond
Tangahús á Sundi
Koblingarstøð á Strond
Smoltstøð á Hellunum
Vatnleiðing yvir um Skálafjørðin
Skúlin við Streymin
Víðkan av Vágsverkinum
Kirkjuhús í Hvannasundi
Skúlin á Skúlatrøð
Framleiðsluvirki á Glyvrum
HSO uppgáva í Húsahaga
Koblingsstøð á Húsareyni
BankNordik
Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju
Býráðshús í Eysturkommunu
Fjarhiti í Gundadali
Zarepta
Table Top venjing
Seqi olivin nám
Dagføring og víðkan av Kringvarpi Føroya
Fjarhitamiðstøð í Klingruni
Vága floghavn
Miðnámsskúlin á Kambsdali
Tekniski skúli í Klaksvík
FSF húsið
Ráðgevandi verkfrøðingar síðani 1969
SMJ ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í august 1969 av Sofus M. Jakobsen, sum virkið eitur eftir.
SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein av teimum størstu ráðgevarafyritøkunum í Føroyum, og vit kunnu bjóða ráðgeving innan okkara fýra høvuðsgeirar: Bygging, Orka, Aling og Vatn.