Smoltstøð á Strond
Bakkafrost hevur smoltstøð á Strond. Hendan smolstøðin er ein liður í at økja støddina á smolti, áðrenn tað verður sett á sjógv. Smolstøðin hevur knapt 60 kør, sum rúma upp ímóti 30.000 m³ av vatni.
SMJ hevði ábyrgdina av brunaráðgeving, øllum installatiónsarbeiði, harundir projekteringsleiðsluna av installatiónum, samskipan og ráðgeving í samband við byggiharraveitingar, projektering av El og rørskipanum, harundir sjógvkøliskipan, fiskaflutningi og ljóssimulering.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum var við í hesum arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.