Talgilding
SMJ veitir ráðgeving og loysnir innan talgilding, sum eru við til at fremja effektivitet, neyvleika og nýskapan – bæði sum sjálvstøðugar verkætlanir og í samband við aðrar verkætlanir.
Dátavísundi og vitlíki
- Tøl, bólkar og tíðar seriur
- Tekst, ljóð, mynd og video
- SQL og cloud
- Maskinlæring, djúplæring og NLP
- API, dashboard, MLOps og skipan
- ChatGPT-líknandi skipanir – við egnum dátum
IKT/BIM og 3D
- IKT og BIM
- Sjálvirkandi amboð
- Innføring av IKT-strategium
- Verkætlanarkoordinering og samstarvsamboð
- 3D skanning
GIS og GeoData
- GIS og geodata
- Sensorar og skráseting
- Kort
Dátur og vitlíki hava seinastu árini kollvelt háttin vit arbeiða uppá, og er við til at at loysa bæði einfaldar og kompleksar avbjóðingar. Við dátu-grundaðum innliti ber til at betra um arbeiðshættir, gera forsagnir og at taka meira upplýstar avgerðir. Hetta letur upp fyri nýggjum møguleikum og loysnum, sum eru við til at dríva eina tryggari framgongd. Saman við okkara royndum í arbeiðsøkjum sum orku, aling og vatn, arbeiða okkara ráðgevarar við sergrein í dátu og vitlík fyri at geva tær størri innlit úr tínum dátum.
Talgilda arbeiðsøkið um fatar eisini framkomnar loysnir innan IKT/BIM og 3D skanning. Hesar loysnir eru við til at økja um neyvleika, effektivitet og samstarv í byggiverkætlanum. Við at nýta talgildar modellir og 3D skanningar kunnu vit betra allar fasur av verkætlanum, frá design og planlegging til bygging og viðlíkahald. Okkara serkunnleiki tryggjar, at møguligar avbjóðingar verða staðfestar og loystar tíðliga í gongdini, sum førir til væl samskipaðar byggiverkætlanir, ið lúka hægstu krøv.
Okkara GIS– og GeoData-tænastur gevur møguleika fyri geografiskari greining, kortlegging og dátuvisualisering. Vit arbeiða við savnan, viðgerð og samanlegging av geodátum. Við at nýta vitlíki, ber til at kompensera fyri manglandi beinleiðis dátum. Hetta kann nýtast í ymsum verkætlanum, so sum planlegging ella optimering av infrastrukturi og til orku- og umhvørvisgreiningar.
Felags fyri allar okkara tænastur á talgilda økinum er, at tær hjálpa tær at fáa innlit og vitan úr tínum dátum, og gera tað møguligt at taka dátu-upplýstar avgerðir, sum kunnu betra um rakstur og planlegging av íløgum.
Virkisøki
Vitlíki og ML
Við at nýta framkomnar algoritmur ber til at skilja sínar dátur, síggja frávik, ella at gera forsagnir – ið vanliga er langdrigið ella torført at eyðmerkja.
Lýsandi greining
Greining av dátum gevur innlit í fyrrverandi og núverandi atburðir, sum t.d. avrik, effektivitet, rák ella bólking.
Forsøgin greining
Við søguligum dátum ber til at gera forsagnir um framtíðar hendingar og rák. Hetta kann t.d. vera innan nýtslu, tørv ella váði.
Visualisering
Fyri at gera dátur og greining meir atkomuligt er neyðgut at vísa tað á ein hóskandi hátt við t.d. stabbamyndum, yvirlitsskíggja, ella mátieindum.

Egið GPT
Egin ChatGPT-líknandi skipan tryggjar at hendan tøknin verður nýtt á ein tryggan hátt, og ger tað møguligt at spyrja um vitan úr egnum dokumentgoymslum.

IKT / BIM leiðsla
IKT og BIM tryggjar betri samskipan av byggiverkætlanum, lættir um avgerðir og minkar um byggitíð og kostnað.

3D skanning
3D skannarar verða nýttir til skjótar og neyvar mátingar av bygningum og infrakervi. Við lasara tøkni kunnu vit gera 3D modellir til verkætlanartilfar, har neyvleiki hevur týdning.

Dronur
Dronur verða nýttar til skjótar mátingar av bygningum, lendi og infrakervi. Við LiDAR tøkni kunnu vit gera 3D modellir til verkætlanartilfar, har smærri mátióvissur ikki eru avgerandi.

Geo Data
GIS-amboð gera tað møguligt at greina dátur við støði í geografiskum samanhangi, og harvið betra um avgerðargrundarlagið fyri verkætlanir innan planlegging og infrastruktur.

Orka
Geodátur kunnu nýtast til at greina orkutøl og meta um tættleika fyri bygd økir. Landafrøðiligu greiningarnar kunnu tá nýtast til at gera yvirskipaðar orkuætlanir fyri bygd og bý.

Planlegging
Við nýbygging av størri vatn- ella fjarhitaleiðingum, verða GIS-amboð brúkt til at finna bestu og mest skynsomu ætlanina.
Set teg í samband við okkum
Kundi tú hugsað tær eitt prát við okkum um eina møguliga verkætlan, ring til ein okkara og vit kunnu hittast til óbindandi prát.
Tilvísingar

Helgeland Smolt Kilvik

Vitlíki til flogvallir

Nuuk/Nuussuaq fjarhitasambinding

Orkuætlan fyri Tórshavnar Kommunu

Sandoyartunnilin

Vitlíki og laksaaling

Lívdin

Terraforming LIFE

Skúlin á Fløtum

Glasir

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum

Fjarhitin um Sandá

Geo Salmo Laugar

Prins Henriks Skole

Arctic Fish smoltstøð

Novozymes

Dronning Ingrids Hospital

Staður

Silfurstjarnan

Sjógvhitaskipan í Klaksvík

Smoltstøð í Nauteyri

Orkugreining í Kangaamiut

Orkugreining í Qasigiannguit

Orkugreining í Aasiaat

Eysturoyartunnilin

Lívfiskastøð í Skálavík

Sundsverkið – Støð 3

Hotel Brandan

FÖRKA

Leguhús í Grønlandi

Biofiltur uppstartur

Vindmyllur i Nanortalik

Smoltstøð á Viðareiði

Smoltstøð á Strond

Tangahús á Sundi

Koblingarstøð á Strond

Smoltstøð á Hellunum

Vatnleiðing yvir um Skálafjørðin

Skúlin við Streymin

Víðkan av Vágsverkinum

Kirkjuhús í Hvannasundi

Skúlin á Skúlatrøð

Framleiðsluvirki á Glyvrum

HSO uppgáva í Húsahaga

Koblingsstøð á Húsareyni

BankNordik

Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju

Býráðshús í Eysturkommunu

Fjarhiti í Gundadali

Zarepta

Table Top venjing

Seqi olivin nám

Dagføring og víðkan av Kringvarpi Føroya

Fjarhitamiðstøð í Klingruni

Vága floghavn

Miðnámsskúlin á Kambsdali

Tekniski skúli í Klaksvík
FSF húsið

Ráðgevandi verkfrøðingar síðani 1969
SMJ ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í august 1969 av Sofus M. Jakobsen, sum virkið eitur eftir.
SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein av teimum størstu ráðgevarafyritøkunum í Føroyum, og vit kunnu bjóða ráðgeving innan okkara fýra høvuðsgeirar: Bygging, Orka, Aling og Vatn.