Einki úrslit

FÖRKA

Bakkafrost hevur gjørt íløgu í burðardygd og ringbúskap, og hevur bygt fyrsta biogassverkið í Føroyum.

Í Føroyum kemur umleið helmingurin av elorkuni frá steinrunnum brennievni, og ynskiligt er, eins og í flest øllum londum í heiminum, at fáa eitt grønt skifti innan ruskhandfaring, orku og matframleiðslu. Biogassverkið gevur íkast í eitt grønt skifti innan landbúnaðin, framleiðslu av laksi og framleiðslu av el og hita. Hetta verður gjørt við at vinna orku úr lívrunnað burturkastinum, samstundis sum føðsluevnini verða latin aftur í landbúnaðarjørðina. Bakkafrost vann Business Initiative-heiðurin í 2019 fyri verkætlanina.

NIRAS og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar vóru ráðgevarar í verkætlanini, og veittu ráðgeving innan útboðstilfar, og samráðingar og umsóknir til umhvørvisgóðkenningar.

Árstal
2021
Byggiharri
Bakkafrost
Ráðgevarar
SMJ og NIRAS

Kundi tú hugsa tær at vita meir?

Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum hevur var við í verkætlanini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Leiðsla