
Um okkum
SMJ er eitt føroyskt ráðgevarafelag, sum veitir tænastur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi og Grønlandi
Stovningarár
1969

Okkara arbeiðsøki
Bygging – Orka – Aling – Vatn – Talgilding
Samleikin
Fá fatur á búmerki, litum, myndum v.m.

Føroyar og Danmark
Tórshavn, Klaksvík og Keypmannahavn
+298 35 35 00 og +45 92 90 92 00

Dygdargóð ráðgeving

Virkisupplýsingar

Eitt dugnaligt toymi


Burðardygd er ein sjálvsagdur partur av okkara arbeiðið
Søgan hjá SMJ
Tað byrjaði við HVS og vatnveiting, og hevur ment seg til tað SMJ, vit kenna í dag.

Ráðgevandi verkfrøðingar

Umsókn um stuðul
Ráðgevandi verkfrøðingar
Grundarlagið undir ráðgevandi verkfrøðingum er fakligi førningur teirra og óheftni frá øðrum áhugamálum. Hetta tryggjar, at verkfrøðingurin arbeiðir við kundans tørvi í huga. Ráðgevandi verkfrøðingurin leggur til rættis og sniðgevur verkætlanir, eitt nú bygningar og tøkniligar skipanir, við breiðum kunnleika og royndum. Í byggitíðini veitir hann tekniska ráðgeving og samskiftir við byggiharra og arbeiðstakarar.
Okkara arbeiðsháttur
Flest allar byggiverkætlanir verða skipaðar í stigum. Í føroyskum, donskum og grønlendskum verkætlanum fylgja vit aloftast leistinum í “Byggeri og planlægning 2012 og 2018”. Í Noregi og Íslandi eru aðrir leistir galdandi.
Ein verkætlan verður mannað eftir tørvi, og ein verkætlanarleiðari verður settur uttan mun til vavið á verkætlanini. Viðkomandi hevur ábyrgd av, at verkætlanini verður loyst fyri avtalaðan prís, rættstundis og – ikki minst – við røttu góðskuni.
Fakkunnleiki
Fakkunnleiki er ein fyritreyt fyri einum ráðgevandi verkfrøðingi. Við nærlagni og dygd arbeiða okkara fólk við ymiskum loysnum í verkætlanunum. Fakkunnleikin er við til at menna nýskapandi og burðardyggar verkætlanir. Framfýsni okkara er elvt av fakkunnleikanum hjá starvsfólkunum.
Góðska
Góðskustýring og váðastýring eru lyklaorð í verkætlanum. Hesar eru grundleggjandi fyri vælskipaðum verkætlanum, hesar er knýttar at hvørji aðrari og ávirka hvørja aðra, og vit skipa verkætlanir okkara við hesum útgangsstøði frá byrjan til enda.
Dáta og IKT
Talgildir arbeiðshættir, eitt nú við 3D verkætlanum, skrásetingum við dronum og handfaring av stórum dátasettum, krevja serligar førleikar. Vit ganga á odda við nýggjastu arbeiðstólum, og eru til reiðar at loysa eina og hvørja uppgávu.
Kundin í fokus
Kundar okkara eru miðdepilin í virkseminum. Tað er avgerðandi at skilja hvørja einstaka avbjóðing, so vit kunnu veita bestu tænastuna í ítøkiligu støðuni. Soleiðis tryggja vit, at verkætlanin eydnast.
Okkara deildir


Tórshavn
Hoyvíksvegur 5
100 Tórshavn

+298 35 35 00



Klaksvík
Klaksvíksvegur 77
700 Klaksvík

+298 35 35 00



Keypmannahavn
Digevej 114
2300 København S

+45 92 90 92 00



Burðardygd er sjálvsøgd
Vit arbeiða støðugt fyri at betra okkara vitan um umhvørvisliga burðardygd, soleiðis at hetta framhaldandi er ein nátúrligur partur av ráðgevingini. Er tað at skerja útlát av vakstrarhúsgassum, avmarka inntrivið í náttúruna, tá bygt verður, ella at lýsa umhvørvisatlit til myndugleikahandfaring, so hevur SMJ fólkini til hetta. Fyri at verkætlanir skulu eydnast betri, og viðkomandi umhvørvislig atlit verða tikin, er tað umráðandi at kenna ítøkiligu støðuna, serliga við atlit at útláti og lívmargfeldi.