Arbeiðsøki
SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein av teimum størstu ráðgevarafyritøkunum í Føroyum. Vit kunnu bjóða ráðgeving innan okkara fimm høvuðsgeirar: Bygging, Orka, Aling, Vatn og Talgilding. Í meir enn 50 ár hava vit antin staðið á odda fyri og ella verið partur av stórum verkætlanum í Føroyum og í grannalondum okkara.
Sum samstarvsfelagi ynskja vit at veita eitt dygdargott tilknýti til einhvørja verkætlan, vit luttaka í, eitt nú við at sýna eitt orkuríkt tilknýti til tey ymisku menningarstigini í verkætlanini:
- Projekteringsfasan – Tilgongdin undan, at klárt er at fara í holt við verkætlanina
- Leypandi meting og eftirlit við verkætlanini, meðan hon er í gongd
- Góðskutrygging, har hugt verður eftir, um verkætlanin hevur rokkið sínum endamálið, tá hon er liðug.
Við eini tvørfakligari tilgongd, megna vit at skapa góðar karmar fyri eini dygdargóðari verkætlan, har vit leggja stóran dent á at menna burðardyggar loysnir, ið taka hædd fyri degnum í morgin. Vit ganga høgt uppí, at góðskan av tænastuni, sum kundin fær, er á einum høgum støði. Vit vilja skilja kundan og hansara tørv, og ikki gera uppgávuna til nakað øðrvísi, enn hon er – frá tí størstu uppgávuni til tí minstu.