Einki úrslit

Vága floghavn

Vága Floghavn skrivaði í januar 2011 út kapping um heildarráðgeving í sambandi við um- og útbygging av farstøð í Vága Floghavn. 4 samtøk luttóku í kappingini, og vann FAERPORT samtakið kappingina. 17. juni 2011 varð skrivað undir avtalu við Vága Floghavn um at standa fyri heildarráðgeving, nú farstøðin skuldi projekterast og bjóðast út. Íblásturin til nýggju farstøðina hjá P/F Vága Floghavn er komin frá bretsku barakkunum, sum vórðu bygdar í Føroyum – og serliga í Vágum – undir krígnum.

Tann eyðkendi bogin, sum barakkirnar høvdu, er nútímansgjørdur, og samstundis sær farstøðin út sum ein altjóða fráfaringarhøll. Umframt farstøðina varð ein tænastubygningur bygdur, sum hýsir umsiting hjá Vága Floghavn, Atlantic Ariways, Posta og Taks. Ein partur av tænastubygninginum verður sløkkiliðsstøð og garasjur hjá kavaruddingarmaskinum. Bygningarnir eru 6.600 m2 til víddar.

Tað eru fleiri myndir á heimasíðunum hjá SNA og Árni Winther Arkitektar. Sí brot úr Degi og Viku niðanfyri.

Árstal
2011
Stødd
6.600 m2
Byggiharri
Vága floghavn
Ráðgevarar
FAERPORT (Árni Winther, Selmar Nielsen Ark., LBF, SMJ og COWI

Hevur tú eina verkætlan?

Kundi tú hugsað tær eitt prát við okkum um eina møguliga verkætlan? Um tú ætlar at seta hol á tankarnar handan eina verkætlan, so kom og práta við okkum um tað.

<
Bruni