
Sundsverkið – Støð 3
Støð 3 á Sundi kom afturat teimum báðum verandi støðunum hjá SEV, støð 1 og 2. Í støð 3 eru fýra motorar. Spillorkan verður gagnnýtt á verkinum og á fjarhitanetinum.
SMJ hevði verkætlanarleiðsluna, brunaráðgeving, myndugleikaumsóknir, ábygd av at projektera leiðingar í lendi, el skipanir og rørskipanir, og SMJ var byggiharraráðgevi í samband við innkeyp av serveitanum. Leinkja til videobrot, sum SEV framleiddi:
https://www.youtube.com/channel/UC9fQgswtQp7q8M1Dz2dNNfA
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum var við í hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.