Sjógvhitaskipan í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna arbeiðir áhaldandi við at brúka meira varandi orku í kommununi.
Í miðbýnum er ein sjógvhitaskipan. Stórar vatnleiðingar eru lagdar millum bygningarnar í miðbýnum, og leiða hesar sokallað “brine-vatn”, sum er hitað við sjógvi í hitavekslarum. Upphitingin av fleiri bygningum í økinum verður framd við hitapumpum, sum eru knýttar til sjógvhitaskipanina og brúka sostatt upphitaða brine-vatnið at hita eitt nú svimjihøllina, skúlarnar og ítróttarhallirnar.
Við at elektrificera upphitingina við hitapumpum, fæst ein stórur partur av orkuni úr sjónum og hin parturin frá streymi, sum verður framleiddur av SEV, og er nú omanfyri helmingurin framleiddur við varandi orkukeldum, so sum vindi og vatni.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum hevur arbeitt við hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.