HSO uppgáva í Húsahaga
Fyrstu veruligu vindmyllulundina í Føroyum bygdi SEV, tá 13 myllur vórðu settar upp í Húsahaga í 2014. Í tí sambandi var tørvur á einum sokallaðum Health and Safety Officer (HSO) at fylgja við trygdini í arbeiðinum. Starvsfólk hjá SMJ høvdu – og hava – royndir og førleika innan trygdarøki.
Sí brot frá verkætlanini, sum SEV hevur latið framleiða. Umframt tað, var eitt innslag í Dagur & Viku tann 23. juni 2014, tað sæst niðanfyri.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum var við í hesum arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.