Orkuætlan fyri Tórshavnar Kommunu
Tórshavnar Kommuna arbeiðir við at stuðla undir burðadygga umstilling, og SMJ hevur ráðgivið um hvussu upphiting av býlum og bygningum kann skipast í kommununi.
SMJ hevur í hesum sambandið gjørt eitt hitaatlass, ið metur um hitatørvin hjá hvørjum einstakum húsið í Tórshavnar kommunu. Hetta er nýtt til at gera greiningar fyri at síggja samanhang millum orkunýtslu og staðseting í mun til val av orkuloysn. Við støði í greiningunum er ein ætlan løgd framm, sum vísur á hvørji økir hóska seg til jarðhita, hitapumpu og fjarhita. Í hesum arbeiði eru GIS-amboð og dátuvísund nýtt til at arbeiða við dátum og kanna hitatættleikan. Ein ítøkilig ætlan er gjørd fyri hvørjar upphitingarloysnir eru egnaðar í hvørjum øki, umfram viðmæli til hvat skal vera hvar.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Um tú ynskir at vita meir um verkætlanina, ella tú hevur hug til eitt prát við eitt av okkara starvsfólkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.