Einki úrslit

Glasir

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við fleiri enn 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum. Á Glasi ber til at taka yvir 30 ymsar útbúgvingar. Nógv tey flestu lesandi ganga á miðnámi og á yrkisnámi, men umframt bjóðar Glasir eina røð av hægri útbúgvingum.

Glasir er ein skúli, sum er vorðin til eftir, at Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn vórðu lagdir saman í 2015. Í 2018 varð flutt í nýggja bygningin í Marknagili, og sostatt eru nú allir næmingar á Glasi savnaðir í Marknagili. Gamli handilsskúlabygningurin, sum liggur omanfyri nýggja bygningin, hýsir nakað av undirvísingini og virkseminum á Glasi, og eisini Skúlaheimið verður nýtt til undirvísing og tiltøk, tá brúk er fyri tí.

Uppgávur hjá SMJ
El-projektering – millum annað ljósútrokningar, el-veiting til skúlan – eitt nú maskintekniskar installatiónir, og brunatekniska ráðgeving. Har umframt hevur SMJ havt ábyrgd av projektuppfylging og fakeftirliti.

Árstal
2018
Stødd
19.500 m²
Arbeiðsánari
Mentamálaráðið
Byggiharri
Landsverk

Kundi tú hugsa tær at vita meir?

Um tú ynskir at vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug til eitt prát við eitt av okkara starvsfólkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

<
El
Kristmar E. Johannesen

El ráðgevi

<
El