Skúlin á Skúlatrøð
Nýggi skúlin á Skúlatrøð skuldi, tá hann varð bygdur, endurnýggja og dagføra hølisviðurskiftini á eldra skúlanum á Ziskatrøð. Har aftur at hetta skuldi nýggi skúlin slóða fyri, at skúlarnar á Ziskatrøð og við Ósánna kundu samanleggjast til ein felags skúla. Hendan verkætlan var tá størsta verkætlan, sum Klaksvíkar kommuna hevði sett í gongd.
SMJ hevði ábyrgdina av tekniskum innleggingum, har vit við lokalari arbeiðsmegi kundu loysa uppgávuna.
Hevur tú eina verkætlan?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum var við í hesum arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.