Lívfiskastøð í Skálavík
Bakkafrost hevur í hyggju at byggja eina lívfiskastøð í Skálavík. Støðin verður tann fyrsta av sínum slag í verðini, har øll stigini í lívsringrásini verður á landi. Fyrireikingararbeiðið byrjaði í 2020, og byggingin skal eftir ætlan fremjast í stigum komandi árini. Lívfiskastøðin er sniðgivin og dimensionerað til at kunna viðgera fleiri hundrað ymsik sløg av QTL familjum, og harvið at tryggja tí bestu genetisku samansetingina. Viftan av ráðgeving, sum SMJ veitti, var m.a.:
- Verkætlanarleiðsla
- Sniðgeving av tekniskum og lívfrøðiligum stuðulsskipanum
- Eitt fult umfevnandi 3D model
- RAS vatnreinsan, íroknað partikkul filtrering og lívfrøðilig tilvirking (MBBR)
- Dimenisonering av CO2 avgassing, ozon and O2
- Flow mekanikkur, íroknað CFD greining av kar hydraulikki
- Streymveiting, neyðstreymsverk og SCADA
- Samskifti við myndugleikar um loyvisgóðkenningar
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, og hevur tú hug at práta við eitt av starvsfólkum okkara, sum hevur verið við í henni, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.