Sandoyartunnilin
Ein týðandi fortreyt fyri áhaldandi at menna Føroyar er, at vit framhaldandi gera íløgur í undirstøðukervið við tí fyri eyga at betra um sambandið millum oyggjarnar, og harvið lætta um gerandisdagin hjá føroyingum og vinnuni.
21. desember 2023 varð tunnilin til Sandoynna tikin í nýtslu. Harvið gjørdist fast vegasamband millum enn fleiri føroyingum, og letur hetta samstundis upp fyri nýggjum spennandi møguleikum fyri vøkstri og menning.
SMJ hevur havt eftirlit við Elektro & SRO og havt tekniska byggileiðslu í tunlinum.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Um tú ynskir at vita meir um verkætlanina, ella tú hevur hug til eitt prát við eitt av okkara starvsfólkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.