Smoltstøð á Viðareiði
Bakkafrost hevur bygt smoltstøð á Viðareiði.
1Hendan smolstøðin er ein liður í at økja støddina á smoltinum, áðrenn tað verður sett á sjógv. Nýggja smolstøðin er á leið 6.000 m2 til støddar og fevnur um tvær karhallir, filturskipanir og umsitingarbygning. SMJ hevði ábyrdina av EL og HVS installatiónum, umframt samskifti við myndugleikar á elveitingarøkinum. SMJ projekteraði eisini generatorskipan til støðina.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum var við í hesum arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.