Einki úrslit

Bygging

Á SMJ veita vit ráðgeving til allar tænastur innan fyri bygging – alment sum privat, smátt sum stórt.

Byggivinnan er fjølbroytt, og hjá SMJ hava vit royndir frá nógvum ymiskum byggiverkætlanum – frá flogvøllum, sjúkrahúsum og starvsstovum til skrivstovu- og ídnaðarbygningar.

Vit veita heildarráðgeving, partaráðgeving og byggiharraráðgeving. Okkara uppgáva er at skilja tørvin hjá kundanum, skapa yvirlit og tryggja, at verkætlanin verður skipað á røttum grundarlagi.

Sum byggiharraráðgevi kunnu vit hjálpa frá fyrstu hugskotum til eina greiða verkætlan, har tørvur, karmar, kostnaður, tíð, váðar og næstu stig verða greið.

Tá verkætlanin skal mennast víðari, projektera vit loysnirnar niður í smálutir. Við útrokningum, tekningum, frágreiðingum og útboðstilfari tryggja vit, at teknisku loysnirnar eru væl samskipaðar og kunnu príssetast, góðkennast og byggjast.

HVS

Vit hava vit drúgvar royndir við at sniðgeva HVS-loysnir til eitt nú bústaðar-, ídnaðar- og heilsubygging.

Ventilatión

Sniðgeving av ventilatiónsskipanum, sum eru tillagaðar serstøku verkætlanunum.

Kloakk

Drúgvar royndir við optimering av kloakkviðurskiftum hjá kommunum.

Inniumhvørvi

Eitt gott og hóskandi inniumhvørvi er fyritreyt fyri trivnaði og framleiðslu hjá fólki.

El

Vit ráðgeva bæði sterk- og veikstreymsinnleggingar, og fevnir hetta um stýringar, ljós- og kraftinnleggingar.

CTS/BMS

Stýringar av skipanum í bygningum.

Ljósútrokning

Ljósútrokning við atliti at góðsku, litendurgeving, temperatur og blending. Stýring og regulering av ljósi, sum eisini kann taka atlit at dagsljósi.

KT og dáta

KT útgerð, so sum tráðleys net, fipurnet og fyrireiking av ambætararúmum.

Orkuskipanir

Tillagað sniðgeving, sum tekur støði í orku- og kostnaðarstøði, til tess at tryggja eina optimala orkuumlegging.

Brunaráðgeving

Førandi brunaráðgeving innan nýbygging, umvæling av verandi bygningum og umbyggingar. Certificeraðir brunaráðgevar.

Burðardygg bygging

Atlit verður tikið at burðardygd í síni heild, umhvørvisliga, sosialt og fíggjarliga. CO2e roknskapir, LCA greiningar og certificeringar innan burðardygd.

EMC og snarljós

Elskipanir, gjørdar við ovurspenningsverju og at tola yvirharmoniskan streymar.

Set teg í samband við okkum

Kundi tú hugsað tær eitt prát við okkum um eina møguliga verkætlan, ring til ein okkara og vit kunnu hittast til óbindandi prát.

Leiðsla
Leiðsla
Johan J. Joensen

Stjóri

Orka
Vatn
Leiðsla
Nevnd
Árni Jakobsen

Nevndarformaður

Helgeland Smolt Kilvik
Føroya Sjósavn
Vága Floghavn – FAE
Københavns Lufthavn – CPH
Hotel KG
1 Hotel CPH
Ress Spa – Hotel Føroyar
RO skipan – Nukissiorfiit
Gula læknahúsið í Klaksvík
Svimjihøllin í Runavík
Barnagarðurin Alvalon
Tunlar Norð um fjall
Richshuset
The Cube
Nuuk/Nuussuaq fjarhitasambinding
Biskupstorg II – 30 íbúðir
Fjarhiti – Við Tjarnir
Koblingarstøð og Battarískipan í Skálabotni
Hangaranlegg í Ilulissat
Vitlíki til flogvallir
Nukissiorfiit
Orkuætlan fyri Tórshavnar Kommunu
Sandoyartunnilin
Vitlíki og laksaaling
Lívdin
Terraforming LIFE
Skúlin á Fløtum
Glasir
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum
Fjarhitin um Sandá
Geo Salmo Laugar
Prins Henriks Skole
Arctic Fish smoltstøð
Novozymes
Dronning Ingrids Hospital
Staður, smoltstøð
Silfurstjarnan
Sjógvhitaskipan í Klaksvík
Smoltstøð í Nauteyri          
Orkugreining í Kangaamiut
Koblingarstøð á Sandi
Orkugreining í Qasigiannguit
Orkugreining í Aasiaat
Eysturoyartunnilin
Lívfiskastøð í Skálavík                          
Sundsverkið – Støð 3
Hotel Brandan
FÖRKA
Leguhús í Grønlandi
Biofiltur uppstartur            
Vindmyllur i Nanortalik
Smoltstøð á Viðareiði
Smoltstøð á Norðtoftum
Smoltstøð á Strond
Tangahús á Sundi
Koblingarstøð á Strond
Smoltstøð á Hellunum
Vatnleiðing yvir um Skálafjørðin
Skúlin við Streymin
Víðkan av Vágsverkinum
Kirkjuhús í Hvannasundi
Skúlin á Skúlatrøð
Framleiðsluvirki á Glyvrum
HSO uppgáva í Húsahaga
Koblingsstøð á Húsareyni
BankNordik
Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju
Býráðshús í Eysturkommunu
Fjarhiti í Gundadali
Zarepta
Table Top venjing
Seqi olivin nám
Dagføring og víðkan av Kringvarpi Føroya
Fjarhitamiðstøð í Klingruni
Vága floghavn
Miðnámsskúlin á Kambsdali
Tekniski skúli í Klaksvík
FSF húsið

Ráðgevandi verkfrøðingar síðani 1969

SMJ ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í august 1969 av Sofus M. Jakobsen, sum virkið eitur eftir.

SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein av teimum størstu ráðgevarafyritøkunum í Føroyum, og vit kunnu bjóða ráðgeving innan okkara fýra høvuðsgeirar: Bygging, Orka, Aling og Vatn.