Einki úrslit

Vælkomin til SMJ

Vit vilja bjóða Hákun Eli Johannesen, Hans Vilhelm á Bakkanum og Ingi Joensen vælkomnar í starv hjá SMJ.

Hákun er útbúgvin sivilverkfrøðingur og stóð sína endaligu próvtøku á Aalborg Universitet í desember. Í hesum sambandi ynskja vit honum hjartaliga til lukku við próvnum. Tá hann las diplomverkfrøði, var hann í starvsvenjing hjá okkum og hevur hann síðani verið í lestrarstarvi. Hákun hevur longu nomið sær holla vitan innan aling á landi og orkuviðurskiftir, sum eru tvey av arbeiðsøkjunum hjá SMJ. Vit fegnast um, at hann nú er byrjaður fulla tíð hjá okkum.

Hans Vilhelm er eisini útbúgvin sivilverkfrøðingur á DTU , og kemur hann at starvast á skrivstovu okkara í Tórshavn. Hansara sergrein er HVS, ventilatión og inniumhvørvi.

Ingi er útbúgvin lívfrøðingur á Fróðskaparsetur Føroya og hevur drúgvar royndir við aling á landi. Hann hevur verið leiðari á smoltstøðini á Fútakletti hjá Hiddenfjord í 16 ár. Hann hevur havt ábyrgd av at reka og útbyggja støðina, og nú telist hendan smoltstøðin millum mest framkomnu støðir, sum eru. Fútaklettur hevur eina langa søgu av góðum úrslitum. Ingi kemur at vera ein av oddafólkunum í okkara ráðgevaratoymi, ið veitir alivinnuni ráðgeving.

Vit fegnast um, at Hákun Eli, Hans Vilhelm og Ingi eru lagdir afturat í starvsfólkahópinum hjá SMJ.