eDNA vatnkanningar
SMJ hevur staðið fyri eDNA greiningum av karvatni í bólkinum, har byrjunarføðingin fer fram. Kanningarnar vóru framdar á RAS støðini hjá Bakkafrost á Norðtoftum og Viðareiði vikuliga í 12 vikur (ein ringrás). Við at kanna smáverulívfrøðina í royndunum yvir eitt longri tíðarskeið, og knýta hesar dáturnar til framleiðsluviðurskifti, sum hava verið galdandi, fæst innlit í samspælið millum smáverulívfrøðina og fiskavælferðina. Ein gjøllari vitan um hesi viðurskfiti fer at tryggja eina albøting innan framleiðslu av laksi:
- eDNA royndir og greining
- Tvørfaklig greining av framleiðslu viðurskiftum, eDNA úrslitum, vøkstri og felli.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Um tú ynskir at vita meir um verkætlanina, ella tú hevur hug til eitt prát við eitt av okkara starvsfólkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.