Einki úrslit

Vit bjóða okkara nýggju starvsfólkum vælkomin til SMJ

Síðan ársskiftið hevur tað eydnast okkum at fáa 12 nýggjar starvsfelagaðar, bæði nøkur sera roynd fólk, nøkur talentir, umframt praktikantar soleiðis at vit nú eru omanfyri 50 fólk í starvsfólkahópinum hjá @SMJ. Í september koma 5 afturat í okkara starvsfólkahóp.

Við øðrum orðum, so eru tað nógv fólk sum eru passioneraði fyri tøkniligari menning, sum er ein av grundarsteinunum undir einum meira burðardyggum samfelag, við millum annað meira umhvørvis- og orku vinarligari bygging og matvøruframleiðslu.

Vit gleðast um at hava karmar og møguleikar at hava hesi fólk í starvi. Við góðum samstarvi við okkara kundar og samstarvsfelagaðar røkka vit málum saman. Hesi fólk koma við førleikum og hugi at geva sítt íkast við EL & HVS vitan til bygging, vitan um laksaaling, dáta greining, BIM, certificera brunaráðgeving og orkuráðgeving.

Niðanfyri sært tú øll okkara nýggju starvsfólk:

  • Hákun Eli Johannesen
  • Hans Vilhelm á Bakkanum
  • Rúni Eliassen
  • Torstein J. Fríðfinsson
  • Sunlin Olavsdóttir Askildsen
  • Atli Henriksen
  • Marcus Nielsen
  • Ahmed Dura
  • Aron D. Jacobsen
  • Rói Klementsen
  • Krista Maria Meinhardsdóttir
  • Puk Kristine Herløv Hansen
  • Karl Martin Eivindson Danielsen
  • Eivind Egholm Vørmadal
  • Tummas Tórbjørnsson Sæbúð
  • Helena Yngvadóttir Guttesen
  • Jákup Ziskason