Einki úrslit

Sunlin O. Askildsen byrjar í starvi

Vit gleðast um, at Sunlin Olavsdóttir Askildsener byrjað í starvi sum brunaráðgevi hjá SMJ í dag. Sunlin hevur áður starvast hjá SMJ, frá 2005 – 2007. Seinastu 16 árini hevur hon arbeitt í Grønlandi og Danmark, fyri m.a. Greenland Contractors, Niras og WSP.

Sunlin sigur, at fyrst og fremst eru tað tær mongu spennandi verkætlanirnar hjá SMJ, sum hava vakt hennara áhuga í at koma aftur, samstundis sum hon veit frá sínum royndum, at sum starvsfólk hjá SMJ, so verður tú tikin við uppá ráð, og kennir tú teg hoyrdan, og harvið sum ein týdningarmiklan part av fyritøkuni.

Hon er útbúgvin diplomverkfrøðingur frá Ingeniørhøjskolen-i-Horsens, og hevur hon eina Master-eftirútbúgving í brunatrygd frá DTU – Technical University of Denmark. Hon er góðkendur brunaráðgevi til brandklassa 2, og hevur hon arbeitt við brunaráðgeving síðstu sjey árini.

Vælafturkomin til SMJ, Sunlin!