
Smoltstøð í Nauteyri
Felagið Háafell hevur ætlanir um at hækka núverandi framleiðslustig í Nauteyri í Íslandi. SMJ hevur ment ein masterplan til tess at røkka hesum máli. Ætlanin fevnir m.a. um umlegging av rørum á støðini, so støðin fer frá at nýta eina flow-through skipan til eina endurnýtsluskipan (RAS). Tí skal ein nýggj RAS skipan sniðgevast til støðina. Ráðgevingin fevnir m.a. um:
- Framleiðsluætlan
 - Verkætlanarleiðslu
 - 3D lasaraskanning av verandi landafrøði
 - Teknisk og lívfrøðilig sniðgeving av RAS-skipan
 - 3D modell av verandi og nýggjari støð
 - Lívfrøðilig støðumeting av verandi støð
 - Íverksetan av lívfrøðiligari verju mannagongdum
 - Uppsamling av tilboðs- og nøgdarlistum
 - Sáttmálasamráðingar
 
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum hevur verið við í hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
 fo



