Nitrifikatión og vatngóðska
Serstakur bakteriukulturur við effektivum nitrifiserandi bakterium verður í summum førum nýttur sum kveikjari til nitrifiserandi biofiltrini á smoltstøðum. Hetta verður gjørt til tess at stimbra verandi nitrifikatión ella stytta um uppstartstíðina í nýggjum skipanum. Við at lata bakteriukultur í skipanina tryggjar man eitt gott nitrifikatiónsgrundarlag, ið gevur bestu kor fyri góðari vatngóðsku og smoltframleiðslu.
Fólk hjá SMJ hava keypt og implementera bakteriukultur fyri bæði Hiddenfjord og Bakkafrost.
Novozymes hevur verið veitari av hesum bakterium. SMJ hevur eftir uppgávurnar fyri Hiddenfjord og Bakkafrost arbeitt beinleiðis fyri Novozymes at menna vøruna til RAS skipanir. Har vit millum annað hava havt hesar uppgávurnar:
- Doserings útroknari
- SOP (Standard operating procedures)
- Fíggjarligir fyrimunir við styttan av uppstarti
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum hevur verið við í hesum arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.