Einki úrslit

Grøna orkuskiftið – skráseting av orkutørvinum til upphiting av húsum og bygningum í Føroyum

SMJ hevur seinastu tíðina arbeitt við at kortleggja hitatørvin á øllum húsum og bygningum í Føroyum. Hetta arbeiðið er komið undir land, og úrslitið skipað í ein dátugrunn, so nú ber til at greina tilfarið nærri.

Útgangsstøðið er tikið í almennum hagtølum og dátum, sum vit hava viðgjørt, og sum saman við metingum og eygleiðingum eru trygdin fyri eini so nágreiniligari dátuinnsavnan sum gjørligt. Hetta gevur okkum eitt munagott grundarlag at greina tørvin í mun til grøna orkuskiftið.

SMJ er tann náttúrligi samstarvsfelagin í samband við grøna orkuskiftið.

Um tú vilt vita meira, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Árna Jakobsen á tlf. 233521.