Einki úrslit

Dátuvísind og vitlíki

Á SMJ veita vit ráðgeving til allar tekniskar tænastur og nú eisini innan talgilding

Hvussu kann títt data, verða við til at betra tykkara rakstur?

Vit á SMJ vilja fegin bjóða tær til morgunmat við fakligum íblástri og høvi at hitta onnur virki og stovnar.

Vit fara at greiða frá, hvussu dátuvísind og vitlíki kunnu skapa virði fyri títt arbeiðspláss. Framløgan fer at fevna um nýtsludømir innan:

  • Orku
  • Spillvatn
  • Vatngóðsku í smoltstøðum
  • Egið-GPT

Eftir framløguna verður høvi at seta spurningar og kjakast.

Vónandi fert tú frá tiltalkinum við innliti í, hvussu tínar dátur kunnu nýtast til at betra um rakstur og planlegging av íløgum.

Tað er ein fyrimunur, um tú kanst boða frá luttøku fammanundan.

Vinarliga,
Pætur, Johan og Egil
SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar

Skrá

8.30-9.00: Morgunmatur

9.00-9.30: Framløga, við Duritu Kvilt Jónsdóttir

9.30-10.00: Spurningar og kjak

Hitt serfrøðingarnar

Vitlíki
Verkætlanarleiðsla
Talgilding
Egil Gunnarsson

Bólkaleiðari Talgilding

Vitlíki
Talgilding
Durita Kvilt Jónsdóttir

Vitlíki og dátur

Aling
Talgilding
Kristian O. Andreasen

IKT leiðari og aliráðgevi