Temadagur um kloakkviðurskifti
Í dag er temadagur um kloakkviðurskiftir í Føroyum, tað er Klaksvíkar kommuna sum skipar fyri og tað eru uml. 100 luttakarar. Sera áhugavert og viðkomandi evni at seta á breddan.
Okkara egna, Karin Haraldson, hevur júst havt eina framløgu um hvat verður gjørt , ella hvat ikki verður gjørt, í samband við reinsing av spillvatni.
Skráin inniheldur millum annað eisini eina framløgu frá Rakul Mortensen, um hvat støðan í Føroyum er í dag. John Zachariassen tosar um spillvatnsskoðan. Eisini eru veitarar av loysnum kloakk á skránni.