Einki úrslit

Stuðul

SMJ veitir fíggjarligan stuðul til feløg, einstaklingar, átøk o.o., hvørs endamál eru vælgerandi, mentanarlig ella ítróttarlig. Stuðulsumsóknir verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Til ber at søkja um stuðul við at útfylla umsóknarskjalið niðanfyri. Viðkomandi umsóknir skulu vera útfyltar og innsendar innan ásettu freistirnar fyri at verða viðgjørdar.

Tað er ein treyt, at virksemið ikki er vinnuligt, og at eingin persónligur vinningur ella avlop kemst av virkseminum. SMJ stuðlar ikki námsferðum. Umsóknir skulu verða okkum í hendi minst ein mánað áðrenn peningurin skal brúkast. SMJ tilskilar sær rættin at velja frítt millum allar innkomnar umsóknir. Upphæddin til stuðul kann vera ov lítil, til at øll fáa játtandi svar.

Umsóknarfreistir eru 31. maj og 31. oktober og svarar verður í juni og november. 

Søk stuðul

Ráðgevandi verkfrøðingar síðani 1969

SMJ ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í august 1969 av Sofus M. Jakobsen, sum virkið eitur eftir.

SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein av teimum størstu ráðgevarafyritøkunum í Føroyum, og vit kunnu bjóða ráðgeving innan okkara fýra høvuðsgeirar: Bygging, Orka, Aling og Vatn.