Einki úrslit

RO skipan – Nukissiorfiit

SMJ veitti Nukissiorfiit tekniska ráðgeving í sambandi við bygging av flytiførum RO-skipanum í bingjum til avsalting av sjógvi við tí endamálið, at tryggja grundleggjandi vatnveiting í bygdunum í Grønlandi, um lokala vatnveitingin ikki riggaði.

Eitt stórt fokus í verkætlanini var, at vegtin skuldi vera so lítil, at møguligt skuldi vera, at flyta bingjuna við tyrlu.

Veitingin frá SMJ fevndi m.a. um, at gera kravfestingar og gera útboðstilfar og veita tekniska ráðgeving og eftirlit í samband við test av skipanum og ídriftsetan.

KJ av Kambsdali, Føroyar, vann útboðið at byggja RO-skipanirnar.

Ár
2025-
Byggiharri
Nukissiorfiit
Arbeiðisøkið
Projektleiðsla, el, maskitøkni

Kundi tú hugsa tær at vita meir?

Tilboð
Jósup Henriksen

Tilboðsleiðari