
Gula læknahúsið í Klaksvík
SMJ hevur veitt el-ráðgeving í sambandi við umvælingina og dagførsluna av Gula læknahúsinum í Klaksvík, sum er ætlað at hýsa fyrisitingini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Okkara arbeiði hevur fevnt um prosjektering og trygdartilgongdir fyri el-skipanirnar, har dentur er lagdur á nútímans krøv.
Gula læknahúsið, sum varð bygt í 1923, er ein søguligur bygningur í Klaksvík. Verkætlanin hevur til endamáls at varðveita upprunaliga sniðið og arkitekturin, samstundis sum bygningurin verður dagførdur til nútímans tørv. Samlaða upphæddin fyri verkætlanina er 16 milliónir krónur.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?

