Fjarhiti
Fjarhitafelagið hevur langtíðarætlan fyri víðkan av fjarhitanetinum, so tað fer at fevna um alla Havnina. Stór stig verða áhaldandi tikin, og fevnir netið í dag um stórar partar av Havnini og røkkur út á Argir. Meginparturin av Hoyvíkini er knýttur í netið.
Seinastu árini eru høvuðsleiðingar lagdar gjøgnum býin, og alsamt verða fleiri av stóru hitabrúkarunum knýttir at netinum.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum hevur var við í hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.