Terraforming LIFE
Nøgdirnar av framleiddum lívrunnum burturkasti í Suður-vestlandinum í Íslandi eru stórar og standa til at økjast alsamt, í samband við at framleiðslan av aling á landi er í vøkstri.
Saman við samstarvspartnarum úr Íslandi og Norra er SMJ partur av eini EU stuðlaðari verkætlan. Verkætlanin verður kallað Terraforming LIFE, og hevur sum høvuðsendamál at designa og menna eina samantvinnaða land- og havbúnaðar skipan, har lívrunnið burturkast frá framleiðslu í hesum vinnum verður endurvunnið og gagnnýtt best møguligt.
Ein blanding av slógv, deyðum fiski og mykju frá landbúnaði verða viðgjørd í eini biogas skipan, har biogas og tøð verða framleidd. Í biogas framleiðslu verða føðsluevnini í lívrunnum burturkasti endurvunnin í tøðum, og er hetta tí ein týdningarmikil liður í øktum ringbúskapi.
Kundi tú hugsa tær at vita meir?
Um tú ynskir at vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug til eitt prát við eitt av okkara starvsfólkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.