Einki úrslit

Battarískipan og synkronkompensator

Saman við SEV og øðrum dugnaligum ráðgevum, hevur SMJ staðið fyri at projektera koplingarstøðina, við synkronkompensatori og eini battarískipan.

Kristmar og Martin hava saman við øðrum hjá SMJ arbeitt við tekniskum skipanum og brunaráðgeving. Leiklutur teirra hevur verið alt frá føringsvegum til káplar, ljós, el-talvur, ABA, HVS og ventilatiónsskipan. Tað er hugtakandi at síggja hvussu væl ventilatiónsskipanin tekur seg út.