Einki úrslit

Tey fyrstu flutt inn í H-bygningin

Í vikunu flutti fyrstu sjúklingnir oman í H-bygningin. Køkurin, endurvenjingarhølini og seingjavaskið eru longu flutt oman. Vit ynskja Landssjúkrahúsinum, starvsfólkum og patientum blíðan byr.

Okkara fólk við Anton og Leifur á odda hava projekterað stóran part av tøkniligu útgerðini, rørskipanir og elskipanir. Tað kann nevnast at H-bygningurin er stórsti bygningur í Føroyum, sum er 100% upphitaður við grønari orku – við eini sjógvhitapumpuskipan.

Ólavur Frederiksen hevur tikið myndirnar inni í bygninginum.