Einki úrslit

Tunlar Norð um fjall

Vit í SMJ hava veitt ráðgeving og havt eftirlit við el-innleggingunum í sambandi við byggingina av nýggju tunlunum Norður um Fjall. Okkara arbeiði hevur fevnt um prosjektering og trygdartilgongdir fyri el-skipanirnar.

Tunlarnir Norður um Fjall, sum lat upp fyri almennari ferðslu 19. desember 2024, eru ein týðandi liður í at betra um samferðsluna í Norðoyggjum. Verkætlanin fevnir um tveir nýggjar tunlar: Árnafjarðartunnilin, sum er 1.965 metrar langur, og Hvannasundstunnilin, sum er 2,2 kilometrar langur. Hesir nýggju tunlarnir eru ætlaðir at avloysa teir gomlu tunlarnar frá 1965 og 1967, sum bert hava eina koyribreyt og ikki lúka nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð.

Vit í SMJ eru errin av at hava verið ein partur av hesi týðandi verkætlan, sum hevur til endamáls at betra um infrastrukturin og samferðsluna í Føroyum.

Ár
2022-2024
Byggiharri
Landsverk
Arbeiðisøkið
El

Kundi tú hugsa tær at vita meir?

Verkætlanarleiðsla
El
Jóhan Magnus Gunrim

Verkætlanarleiðari