Nýggj starvsfólk
Vit vilja bjóða Hákun Eli Johannesen, Hans Vilhelm á Bakkanum og Inga Joensen vælkomnar í starv hjá SMJ.
Hákun er útbúgvin sivilverkfrøðingur og stóð sína endaligu próvtøku í desember. Hjartaliga tillukku. Tá hann læs diplomverkfrøði, var hann í praktik hjá okkum og hevur síðani verið í lestrarstarvi. Hákun hevur longu nomið sær holla vitan innan aling á landi og orkuviðurskiftir, sum eru tvey av arbeiðsøkjunum hjá SMJ. Vit fegnast um, at hann nú er byrjaður fulla tíð hjá okkum.
Hans Vilhelm er eisini útbúgvin sivilverkfrøðingur, kemur at arbeiða á skrivstovu okkara í Tórshavn og hansara sergrein er HVS, ventilatión og inniumhvørvi.
Ingi er útbúgvin lívfrøðingur og hevur drúgvar royndir við aling á landi. Hann hevur verið leiðari fyri smoltstøðina á Fútakletti hjá Hiddenfjord í 16 ár. Hann hevur havt ábyrgd av at reka og útbyggja støðina, og nú telist hendan smolstøð millum mest framkomnu støðir, sum eru. Fútakelttur hevur eina langa søgu av við góðum úrslitum. Ingi kemur at vera ein av oddafólkunum innan okkara ráðgeving til alivinnuna. Vit fegnast um, at teir eru komnir í starv hjá SMJ.