Einki úrslit
Aftur til størv

Verkætlanarleiðari til SMJ

Verkætlanarleiðari til SMJ

Ert tú motiveraður av stórum fakkunnleika og einum fjølbroyttum gerandisdegi? SMJ søkir í løtuni eftir verkætlanarleiðara, sum kann arbeiða tvørfakliga við starvs- og samstarvsfelagar. Ljóðar hetta áhugavert? So er tað møguliga tær vit sóknast eftir.

Sum verkætlanarleiðari verður tað tín ábygd at brúka tín fakkunnleika at finna nýggjar loysnir, og at avbjóða kenda vitan, hetta alt tilsamans við tí endamálið at tryggja at kundin fær eina haldgóða loysn.

Vit síggja fyri okkum at tú trívist væl í einum opnum fakumhvørvi, har vitanardeiling og sparring er ein stórur partur av tí dagliga arbeiðnum, har verkætlanin er í miðdeplinum. Eisini síggja vit fyri okkum, at tú ynskir at læra og menna tínar starvsfelagar.

UM TEG

  • 5-10 ára royndir sum ráðgevi og/ella verkætlanarleiðari
  • Viðkomandi útbúgving sum verkfrøðingur ella maskinmeistari
  • Góðar samskiftisførleikar í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • Góðar førleikar at byggja sambond innan- og uttanhýsis
  • Hevur eitt greitt yvirlit, og arbeiðir sjálvstøðugt og fleksibult
  • Góðar KT – førleikar

Leiklutur og møguleikar

Sum starvsfólk hjá SMJ gerst tú partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi við ymiskum serkunnleikum. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum í Føroyum, Danmark og okkara grannalondum. Tú kemur at arbeiða við ymiskum verkætlanum og vera við til at tryggja og skilja tørv kundans, og at uppgávan verður loyst hegnisliga, og at kundin fær eina góða uppliving av tænastuni.

Vit leggja stóran dent á kundin, uppgávan og samstarvið eru í fokus.

SETANARTREYTIR

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ

Um hetta hevur vakt tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Pætur Jakobsen, tel +298 233500, og so ert tú eisini vælkomin at senda umsókn, CV og prógv  til [email protected]. Í umsóknini verður tú vinarliga biðin um at greiða frá tínum persónligu eginleikum og motivatión fyri starvinum.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og so hvørt tær koma inn.