Sofus M. Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar
varð stovnað í august 1969.
Eftir at hava arbeitt nøkur ár í stórum ráðgevandi
verkfrøðingavirkjum í Danmark, kom
Sofus M. Jakobsen heimaftur, og byrjaði sum
ein av teim fyrstu við ráðgevandi virksemi her
heima. Her slóðaði hann undan á okkara øki
innan byggivinnuna í Føroyum.
SMJ hevur síðani verið við í nógvum nýskapandi
verkætlanum. Harímillum Útvarpshúsið,
fjarhitaskipanin í Hoyvík, vatnverkið
í Villingadali og nú í Havnardali, víðkanin av
Landssjúkrahúsinum, nýggja høvuðssætið hjá
Føroya Tele í Hoyvík og teir flestu skúlarnir,
sum bygdir eru tey seinastu árini.