Tíðindi

bjalving.jpg

Bjálvingarvirði

Grafur ið vísir bjálvingartjúgd í mun til u-virðið, ella bjálvingarvirðið.

apotekið.jpg

Framleiðsluhøli til Apoteksverkið

Framleiðslubygning til heilivágsframleiðslu
Byggiharri: Apoteksverkið
Byggiár: fasa 1 liðug við árslok 2009



Apoteksverkið byggir nýggj framleiðsluhøli til heiligvágsframleiðslu á Staravegi í Havn.
Hølini verða sera framkomin og koma at lúka altjóðakrøv til reinføri fyri heilgivágsframleiðslu.

SMJ hevur staðið fyri projekteringini av HVS, Ventilatión og øðrum tekniskum innleggingum.

Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Árna Winther Arkitekar, Skantago og KJ Elráð.


sjóhitapumpuskipan.jpg

Sjóhiti úr Skálafjørðinum til nýggjan arbeiðsbygning hjá Articon á Skála

Arbeiðsbygningur hjá Articon á Skála
Byggiharri: Articon
Byggiár 2008-2009



Sjóhitapumpuskipan

SMJ hevur staðið fyri projekteringini av nýggju sjóhitapumpuskipanini.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Articon og Jarðfeingi.

Nýggja hitaskipanin í høllini hjá Articon á Skála er ein sjóhitapumpuskipan, har sjógvur verður pumpaður inn til ein hitavekslara sum hitapumpan er bundin í.
Útrokningar vísa at COP fer at liggja oman fyri 4.
Bygningurin verður upphitaður við hitablásarum, ventilatión og gólvhita.

Arbeiði varð liðugt september 2009.


orkusparimodel.png

Orkusparing í almennum bygningum

SMJ luttekur í kanningararbeiðinum at fremja orkusparingar í almennum bygningum.

Føroya Landsstýri hevur tikið avgerð um at uppraðfesta orkusparingar í almennum bygningum.
Í hesum sambandi luttaka SMJ og aðrir ráðgevar í kanningararbeiðinum saman við Landsverki.
Gjørd verður ein mett heildarlýsing av tillutaðum bygningum, herundir orkunýtsla og støðulýsing.
Burturúr heildarlýsingini verða tilmælt átøk at minka um orkunýtsluna, har bæði byggiteknisk og arkitektonisk atlit verða tikin.


SMJ ráðgevi í 40 ár.jpg

Pf. Sofus M. Jakobsen ráðgevi í 40 ár

Tað eru nú liðin 40 á síðani Sofus M. Jakobsen í august 1969 stovnaði ráðgevaravirkið Pf. Sofus M. Jakobsen, í dagligari talu eisini nevnt SMJ.

SMJ hevur verið við í nógvum nýskapandi verkætlanum. Harímillum útvarpshúsi, fjarhitaskipanin í Hoyvík, vatnverkið í Villingadali, og síðani eisini prosjektering av vatnverki í Havnadali, víðkan av Landssjúkrahúsinum, nýggja høvuðssætið hjá Føroya Tele í Hoyvík, og nógvir av skúlunum ið bygdir eru seinastu árini.
SMJ er í støðugari menning, og ger sítt ítasta at vera dagført innan vitan og skipanir, ið HVS og prosjektering av HVS fevnir um.


Eik banki í Klaksvík.gif

Eik banki í Klaksvík

Eik Banki í Klaksvík
Byggiharri: Eik Banki
Byggiár 2007-2008

Síðani Noroyatunnilin lat upp í 2006, hevur Eik Banki havt avgreiðslu í leigaðum hølum í Klaksvík.
Við nýggja bygninginum, ið stendur mitt í býnum, eru hølisumstøðurnar munandi betraðar.

Bygningurin, ið er í tveimum hæddum, hevur stórt og rúmligt avgreiðsluhøli, fundarhøli, tvey samtaluhøli, arbeiðs- og fyrilestrarhøli, matarhøli umframt tey neyðugu teknisku hølini.

Bygningurin er mekaniskt ventileraður í øllum hølum.
Um tørvur gerst á betri ventilatión, verða høgtsitandi vindeyguni í glasfasaduni í avgreiðsluni sjálvvirkandi latin upp, harumframt. Møguleiki er eisini hjá starvsfólkunum at stýra hesum vindeygum manuelt.

Árni Winther Arkitektar hava teknað bygningin.


Orkuskráseting.gif

Orkuskráseting

Orkuskráseting av bygningum í Tórshavnar kommunu
Ánari: Tórshavnar kommuna
Ár: 2008

Tórshavnar kommuna hevur í tráð við yvirskipaða orkupolitikkin hjá Landsstýrinum, sett eina kanning í verk.

Kanningin verður gjørd fyri at greina hvussu orkuviðurskiftini eru í øllum bygningum, ið Tórshavnar kommuna varðar av.

Miðalorkunýtslan vísti seg at verða 243 kWh/fermetur/ár.

SMJ hevur gjørt 1. stig, ið nú er lagt fram fyri býráðnum og pørtum av umsitingini ið varða av økinum.


Skúladepil.jpg

Miðnámsskúlin í Hovi

Miðnámsskúlin í Hovi
Byggiharri: Landsverk
Byggiár: 2007-2008

Ein av nýggjastu miðnámsskúlum í landinum liggur í Hovi.
Bygningurin er útgjørdur við nútímans undirvísingarhølum og fakhølum.
Umframt at skúlin verður brúktur sum miðnámsskúli, heldur heilsuskúlin eisini til í hølunum.
Skúlin hevur natúrliga ventilatión.

Árni Winther Arkitektar hava teknað bygningin.


Fiskivinnuskúlin.jpg

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
Byggiharri: Landsverk
Byggiár: 2007-2008

Fiskivinnuskúlin hevur í mong ár húsast í smærri hølum ovarliga í Vestmanna. Við nýggja bygninginum eru hølistrupulleikarnir bøttir munandi, við tað at undirvísingarhølini eru vorin størri og meira nútímanshóskandi. Sum sæst á myndini, er bygningurin plaseraður niðri við sjóvarmálan.

MAP arkitektar hava teknað skúlan.


Runavíkar skúli

Runavíkar skúli
Byggiharri: Runavíkar kommuna
Byggiár: 2006-2008

Runavíkar skúli, ein verkætlan sum verður framd í partalag, ið hevur gingið sera væl.
Borgarstjórin setti spakan í 3. oktober 2006, og varð skúlin avhandaður Runavíkar kommunu 12.12.08.
Skúlin hevur 18 skúlastovur, serstovur sum jarn- og træsmíð, tilevning/handarb./list, bólkarúm, lívfrøði, alis- og evnafrøði, tónleikarum og kantinu.
Harumframt hevur skúlin stóra aulu og bókasavn, sum ætlanin er at eisini vanligi borgarin í kommununi skal hava gleði av, við ymiskum tiltøkum.
Gamli skúlin, sum bleiv niðurtikin í sambandi við gerð av nýggja skúlanum, var gamal og niðurslitin, og eisini vorðin ov lítil. So nýggi skúlin er eitt stórt framstig fyri alla kommununa.

Teknistovan v. Eyðun Petersen hevur teknað skúlan.


Tekniski skúli í Klaksvík.jpg

Tekniski skúli í Klaksvík

Tekniski Skúli í Klaksvík
Byggiharri: Landsverk
Byggiár: 2006-2008

Tekniski Skúli bleiv útbygdur fyri at nøkta stóra tørvin á nútímans undirvísingarhølum.
Nýggi bygningurin er knýttur at verðandi skúla og hevur hann vælútgjørd fakhøli umframt vanligar skúlastovur, ið allar eru mekaniskt ventileraðar.

Fuglø Arkitektar hava teknað skúlan.


Tofta skúli.jpg

Tofta skúli

Tofta skúli
Byggiharri: Landsverk
Byggiár: 2006-2008

Verkætlanin inniheldur um- og uppíbygging av verðandi skúla.

Verkætlanin hevur sum royndarverkætlan fingið sólorkuskipan sum ískoyti til upphiting.
Hetta er higartil stórsta sólorkuskipanin í landinum.
Bygningurin hevur natúrliga ventilatión.
Projektering av HVS og ventilatión standa SMJ fyri.

A. Isfeld & G. S. Hansen Arkitektar A.F eru arkitektar á verkætlanini.


Hamarin.jpg

Undir Kongavarða

Íbúðablokkarnir verða settir upp nú og raðhúsini
lon E verða væntandi liðug um ársskifti.
SMJ hevur staðið fyri projektering av kloakk, fjarhita og HVS.
Samlaða byggingin verður væntandi liðug á vári í 2012.


Barnaskuli vid logmannabreyt

Barnaskúli við Løgmannabreyt

Nýggi barnaskúlin við Løgmannabreyt er helst fyrsta verkætlan í Føroyum, har útbjóðingartilfarið ikki verður prentað, men einans fæst digitalt av alnótini.
Hakin varð settur í 1. aug 2006, og varð 1. partur av byggingini tikin í brúk til skúlabyrjan 2008 sum ætlað. Byggingin er skipað í høvuðs-arbeiðstøku, innboðin lisitatión. Bygningurin verður millum annað útgjørdur við natúrligari ventilatión, við serinstallatiónum til serstovur og tannlæknastovur.

Hesi verkætlan standa Árni Winther Arkitektar sum høvuðsráðgevarar fyri.


SMS

SMS

Umbyggingin/nýbyggingin av SMS byrjaði fyrst í 2006. Verkætlanin er skipað í fleiri stigum, har handlar í minst møguligan mun vórðu stongdir meðan umbyggingin fór fram. Verkætlanin er skipað í partalag. Nýggju handlarnir lótu upp aftur seinast í oktober.
Verkætlanin varð liðug í 2007.


Kloakkrunnil i kurdali

Kloakktunnil í Kúrdali

Arbeiði at gera nýggja útleiðing av høvuðskloakk í Kúrdali byrjaði í 2005.
Arbeiðið varð skipað í fleiri byggistig:
Útskiftan av kloakkleiðing úr Brekkutúni og oman í Kúrdal og kloakktunnil. Dentur varð lagdur á, at loysa uppgávuna so umhvørvisvinaliga sum til bar.
Hetta hevði m.a. við sær, at útleiðingin varð borað út gjøgnum Kúrdalsbeni og út í 8 metra dýpi. Ein loysn ið ikki er sjónlig í umhvørvinum.
Arbeiðið varð liðugt í august 2006


Fjarhitaskipan fra sundi til Sandvikahjalla

Fjarhitaskipan frá Sundi til Sandvíkahjalla

Verkætlanin hevur til endamáls at nýta spillorku frá verkinum hjá SEV á Sundi og knýta fjarhitaskipanina saman við verandi fjarhitaskipan, sum fær orku frá kommunalu brennistøðini.
Verkætlanin byrjaði 1988 við at tey fyrstu sethúsini í Hoyvíkshaganum og bygningar á Sandvíkahjalla vóru knýtt í fjarhitaskipanina. Fjarhitaskipanin fær í dag alla orkuna frá brennistøðini ella frá oljufýrdum ketlum.
Í dag eru íbundin 450 sethús og bygningar; hægsta samdøgursnýtslan í 2005 var 4,5 MW. Árshitanýtslan er 10,94 GWh. Dispositiónsuppskotið leggur upp til, at møguleikar verða at veita hita til ein stóran part av Havnini.
Tó er fyrsta treyt, at Sundsverkið verður bundið í fjarhitaskipanina.
Projektið umfatar leggjan av fjarhitaleiðingum frá Sundsverkinum til rørendarnar við innkoyringina á Sandvíkahjalla.
Vekslarastøð skal eisini byggjast við Sundsverkið til hitavekslarar o.a.
Arbeiðið verður væntandi liðugt um ársskiftið 2006/2007


Hovudssæti hjá Foroya Tele - Klingran

Høvuðssæti hjá Føroya Tele - Klingran

Høvuðssætið hjá Føroya Tele varð handað byggiharranum í 2003.
Byggingin varð, sum tann fyrsta í Føroyum, skipað í partalag.
Bygningurin er sera væl útgjørdur við tøkni. Okkara lutur var at projektera HVS, ventilatión, sprinklaraskipan, køvigasskipan, høvuðskøliskipan telesentralarnar, íbinding til fjarhitaskipanina, neyðstreymsverk og CTS skipan.
Bygningurin hevur natúrliga ventilatión sum myndin vísir.


Heilsufrodiliga Starvsstovan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Umbygging av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni byrjaði í juli 2005.
Stig 1 og 2 vóru liðug í sept 2006. Stig 3 er nú í gongd. Umbyggingin umfatar nýtíðmansgerð av starvstovunum við ser útgerð og útskifting av øllum teknisku installatiónum.


Sev-Vagsverkid

SEV-Vágsverkið

Útbygging av Vágsverkinum varð sett í verk í byrjanini av 2003.
Verkætlanin umfataði nýggjan motor og generator.
Okkara leiklutur var at projektera og hava eftirlit við rørskipanum til nýggja verkið.
Verkætlanin varð handað SEV í 2004.


Seqi Verkætlan í Grønlandi

Seqi Olivine verkætlanin í Fiskifjørðinum í Grønlandi, har ein námsbygd verður bygd í sambandi við útvinnan av Olivin til stálframleiðslu, byrjaði í juni 2005.
Henda verkætlanin fer fram í samstarvi við MT Højgaard og Minelco.
Bygdin ið verður til uml. 50 persónar, umfatar íbúðir, royndarstarvstovu, verkstað, vegir og kaj umframt orkuverk, telesamskifti, vatnveiting, kloakkskipan, oljugoymslu, tyrlupall, brennistøð o.a.
Byggingin fer fram í partalag.


Landssjúkrahúsið

Umbyggingar á Landssjúkrahúsinum hava verið í gongd í eina tíð. Verkætlanin at nútímansgera forhøllina á Landssjúkrahúsinum varð liðug í februar 2006.
Nýggjasta verkætlanin í sambandi við Landssjúkrahúsið er sterilsentralur, skopideild og kirurgisk ambulatorium. Hetta arbeiðið umfatar umbygging av B2 og eina nýggja hædd á B3.
Arbeiðið byrjar væntandi í november 2006 og verður væntandi liðugt á vári í 2009

J.H. Schrøtersgøta 11 - Postboks 344 - FO 110 Tórshavn - Tlf. +298 353522 - Fax. +298 310622 - smj@smj.fo