
Røktarheimið í Vestmanna
Byggiharri: Vestmanna Kommuna
Høvuðsarbeiðstakari: Kanjon
Ráðgevarar: Selmar Nielsen (ARK), LBF (KON), KJ-Elráð (EL), Sofus M. Jakobsen (HVS)
Byggiár: 2010 – 2012
Nýggja røktarheimið í Vestmanna er skipað við búrúmum við tilhoyrandi setstovum. Bygningurin liggur á Grønanesi við útsýni inn á Vestmannafjørð.
Øll búrúmini eru á somu hædd, meðan onnur størri høli og køkur eru í niðaru hæddini.
Umframt tey 24 búrúmini hevur røktarheimið eisini setstovur, ergo- og fysioterapi og stórkøk. Harumframt eru eisini høli til starvsfólk og tøkni.
Grevstur á økinum byrjaði á heysti í 2010.

Um- og útbygging av Vága floghavn
Byggiharri: Vága floghavn
Ráðgevarar: FAERPORT samtakið (Árni Winther Arkitektar, Selmar Nielsen Arkitektur, LBF, Sofus M. Jakobsen umframt Cowi sum undirráðgeva)
Vága Floghavn skrivaði í jan 2011 út kapping um heildarráðgeving í sambandi við um- og útbygging av farstøð í Vága floghavn.
4 samtøk luttóku í kappingini, og vann FAERPORT samtakið kappingina.
17. juni skrivaði FAERPORT undir avtalu við Vága Floghavn um at standa fyri heildarráðgeving nú farstøðin skal projekterast og bjóðast út.
Sí film niðanfyri.
http://www.FAERport.fo

Boðanesheimið
Byggiharri: Tórshavnar kommuna
Høvuðasrbeiðstakari: Articon
Ráðgevarar: Selmar Nielsen (ARK), A. Isfeld & G.S. Hansen (ARK), LBF (EL og KON), Martin E. Leo (HVS), Sofus M. Jakobsen (HVS)
Byggiár: 2011
Ein av nýggju stóru byggiverkætlanum hjá Tórshavnar Kommunu er eldradepilin Yviri við Strond - Boðanesheimið.
Byrjað varð at grava á vári 2011, og er ætlanin at bygningurin skal standa liðugur á heysti 2012.
Samanlagt er talan um 64 búpláss skipað í 4 eindir.
Eisini hevur bygningurin stórkøk og rúmlig felagshøli við neyðugum hentleikum.

Fjarhiti í útstykking við Mylnutjørn
Byggiharri: Fjarhitafelagið
Byggiár: 2010 og 2011
Nýggja útstykkingin við 200 fermetra grundstykkjum í Tórshavnar kommunu verður skipað við fjarhita.
SMJ hevur skipað og staðið fyri fjarhitaarbeiðinum saman við Fjarhitafelagnum.

Vindmyllur til framleiðslu av ravmagni
Byggiharri: Effo og Navia
Byggiár: Útbjóðing 2011
Elveitingareftirlitið bjóðaði út "Loyvi til framleiðslu av ravmagni úr vindorku" í maj 2010.
Eitt av feløgunum ið luttóku varð samtakið millum Effo og Navia. 11 februar varð umsókn latin inn til Elveitingareftirlitið.
Søkt varð um at gera 3 vindmyllur í Neshaga.
SMJ luttók sum ráðgevi og samskipari fyri samtakið millum Effo og Navia.

Grafurin vísir orkusparing í mun til bjálvingartjúgd í einum timburútveggi.

Framleiðslubygning til heilivágsframleiðslu
Byggiharri: Apoteksverkið
Byggiár: fasa 1 liðug við árslok 2009
Apoteksverkið byggir nýggj framleiðsluhøli til heiligvágsframleiðslu á Staravegi í Havn.
Hølini verða sera framkomin og koma at lúka altjóðakrøv til reinføri fyri heilgivágsframleiðslu.
SMJ hevur staðið fyri projekteringini av HVS, Ventilatión og øðrum tekniskum innleggingum.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Árna Winther Arkitekar, Skantago og KJ Elráð.

Arbeiðsbygningur hjá Articon á Skála
Byggiharri: Articon
Byggiár 2008-2009
Sjóhitapumpuskipan
SMJ hevur staðið fyri projekteringini av nýggju sjóhitapumpuskipanini.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Articon, Demich og Jarðfeingi.
Nýggja hitaskipanin í høllini hjá Articon á Skála er ein sjóhitapumpuskipan, har sjógvur verður pumpaður inn til ein hitavekslara sum hitapumpan er bundin í.
Útrokningar vísa at COP fer at liggja oman fyri 4.
Bygningurin verður upphitaður við hitablásarum, ventilatión og gólvhita.
Arbeiði varð liðugt september 2009.