Sofus M. Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar
er eitt virki við royndum innan prosjektering
í nærum 40 ár.
Við støði í hesum royndum,
hava vit førleikar til at loysa uppgávur av mestsum
øllum slagi innan rørinnleggingar, hita,
vatn, og ventilatión, sprinkling, neyðstreymsverk
– og spesialiseraðar tekniskar uppgávur
á sjúkrahúsum, umframt vatnveitingar og
kloakeringsarbeiðir.
Vit hava samlað royndir og ment okkara vitan
ígjøgnum nógvu verkætlanirnar vit hava luttikið
í í Føroyum og uttanlands. Stór orka verður løgd í at vera við í fremstu røð,
og hava dugnalig starvsfólk og gott samstarv
við feløg bæði her og uttanlands.
Vit eru til
reiðar at átaka okkum krevjandi uppgávur,
har tørvur er á bæði serkunnleika og arbeiðsorku.