
Grafur ið vísir bjálvingartjúgd í mun til u-virðið, ella bjálvingarvirðið.

Framleiðslubygning til heilivágsframleiðslu
Byggiharri: Apoteksverkið
Byggiár: fasa 1 liðug við árslok 2009
Apoteksverkið byggir nýggj framleiðsluhøli til heiligvágsframleiðslu á Staravegi í Havn.
Hølini verða sera framkomin og koma at lúka altjóðakrøv til reinføri fyri heilgivágsframleiðslu.
SMJ hevur staðið fyri projekteringini av HVS, Ventilatión og øðrum tekniskum innleggingum.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Árna Winther Arkitekar, Skantago og KJ Elráð.

Arbeiðsbygningur hjá Articon á Skála
Byggiharri: Articon
Byggiár 2008-2009
Sjóhitapumpuskipan
SMJ hevur staðið fyri projekteringini av nýggju sjóhitapumpuskipanini.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Articon og Jarðfeingi.
Nýggja hitaskipanin í høllini hjá Articon á Skála er ein sjóhitapumpuskipan, har sjógvur verður pumpaður inn til ein hitavekslara sum hitapumpan er bundin í.
Útrokningar vísa at COP fer at liggja oman fyri 4.
Bygningurin verður upphitaður við hitablásarum, ventilatión og gólvhita.
Arbeiði varð liðugt september 2009.

SMJ luttekur í kanningararbeiðinum at fremja orkusparingar í almennum bygningum.
Føroya Landsstýri hevur tikið avgerð um at uppraðfesta orkusparingar í almennum bygningum.
Í hesum sambandi luttaka SMJ og aðrir ráðgevar í kanningararbeiðinum saman við Landsverki.
Gjørd verður ein mett heildarlýsing av tillutaðum bygningum, herundir orkunýtsla og støðulýsing.
Burturúr heildarlýsingini verða tilmælt átøk at minka um orkunýtsluna, har bæði byggiteknisk og arkitektonisk atlit verða tikin.

Tað eru nú liðin 40 á síðani Sofus M. Jakobsen í august 1969 stovnaði ráðgevaravirkið Pf. Sofus M. Jakobsen, í dagligari talu eisini nevnt SMJ.
SMJ hevur verið við í nógvum nýskapandi verkætlanum. Harímillum útvarpshúsi, fjarhitaskipanin í Hoyvík, vatnverkið í Villingadali, og síðani eisini prosjektering av vatnverki í Havnadali, víðkan av Landssjúkrahúsinum, nýggja høvuðssætið hjá Føroya Tele í Hoyvík, og nógvir av skúlunum ið bygdir eru seinastu árini.
SMJ er í støðugari menning, og ger sítt ítasta at vera dagført innan vitan og skipanir, ið HVS og prosjektering av HVS fevnir um.

Eik Banki í Klaksvík
Byggiharri: Eik Banki
Byggiár 2007-2008
Síðani Noroyatunnilin lat upp í 2006, hevur Eik Banki havt avgreiðslu í leigaðum hølum í Klaksvík.
Við nýggja bygninginum, ið stendur mitt í býnum, eru hølisumstøðurnar munandi betraðar.
Bygningurin, ið er í tveimum hæddum, hevur stórt og rúmligt avgreiðsluhøli, fundarhøli, tvey samtaluhøli, arbeiðs- og fyrilestrarhøli, matarhøli umframt tey neyðugu teknisku hølini.
Bygningurin er mekaniskt ventileraður í øllum hølum.
Um tørvur gerst á betri ventilatión, verða høgtsitandi vindeyguni í glasfasaduni í avgreiðsluni sjálvvirkandi latin upp, harumframt. Møguleiki er eisini hjá starvsfólkunum at stýra hesum vindeygum manuelt.
Árni Winther Arkitektar hava teknað bygningin.

Orkuskráseting av bygningum í Tórshavnar kommunu
Ánari: Tórshavnar kommuna
Ár: 2008
Tórshavnar kommuna hevur í tráð við yvirskipaða orkupolitikkin hjá Landsstýrinum, sett eina kanning í verk.
Kanningin verður gjørd fyri at greina hvussu orkuviðurskiftini eru í øllum bygningum, ið Tórshavnar kommuna varðar av.
Miðalorkunýtslan vísti seg at verða 243 kWh/fermetur/ár.
SMJ hevur gjørt 1. stig, ið nú er lagt fram fyri býráðnum og pørtum av umsitingini ið varða av økinum.
Miðnámsskúlin í Hovi
Byggiharri: Landsverk
Byggiár: 2007-2008
Ein av nýggjastu miðnámsskúlum í landinum liggur í Hovi.
Bygningurin er útgjørdur við nútímans undirvísingarhølum og fakhølum.
Umframt at skúlin verður brúktur sum miðnámsskúli, heldur heilsuskúlin eisini til í hølunum.
Skúlin hevur natúrliga ventilatión.
Árni Winther Arkitektar hava teknað bygningin.